So var fari í gongd aftur við summarvenjingina; og ikki kann sigast annað enn, hugaligt er at síggja so nógv møta til hesa venjing. Vit gleða okkum til næstu ferð.

Lýst verður til aðalfund í hølunum hjá Fjálvi(Javna) Hoydalsvegur 40, leygardagin 21. apríl klokkan 10.00.
Okkurt verður til morgunmat. 
Vinaliga nevndin.
Ein deiligur dagur er við at halla; og fyrsta og størsta tiltak er fari afturvið borðinum; og ikki kann sigast annað enn, at tað var óluksáliga væleydna!
Um eini 100 fólk(í minsta lagi) høvdu leita seg niðan í Skúlan á Løgmannabreyt. Har var høvi at spæla mini-golf, blása-píl, curling, boccia, v.m.
Ein serlig tøkk skal ljóða til Sofus(formannin) fyri megnar avrik av golf-bana, o.ø; eisini til orkestrið Ælabogan, Annika Olsen-hon setti eisini sín serliga dám á hetta tiltak. Til øllum tykkum, ið hava lagt orku í hetta tiltak & Smæruna eiga rós uppiborið! Og ikki minst at gloyma okkara limir og tey, í koma aðrastaðni frá – tøkk til tykkum!
Vit gleðast, at kunna gleða okkum við okkara kæru!
Við Smæru-kvøðu Nevndin.
![575718_387170254639260_193056917383929_1248499_379362233_n[1]](http://www.smaeran.net/wp-content/uploads/2012/04/575718_387170254639260_193056917383929_1248499_379362233_n1-300x199.jpg)
Ítróttafelagið Smæran skipar fyri stórum tiltaki sunnudagin 15. apríl í skúlanum á Løgmannabreyt – hetta klokkan 14.00- 17.00- Sí viðlagda skriv:Familjutiltak